|
Aftur
Porkeris Bygdarsavn |
||||||
|
|
||||||
|
Porkeris Bygdarsavn er
ein sjálvognarstovnur, sum Føroya Landsstýri góðkendi sum
ein stuðulsøkjandi stovn tann 19. mars 1997. Endamálið hjá Porkeris Bygdarsavni er at
fremja varðveitingararbeiði hjá Porkeris Fornminnafelag av
fornminnum og forngripum, at savna forngripir, merkja og skráseta teir við
øllum upplýsingum, sum møguligt er at fáa til vega, og at
seta upp siðsøguliga framsýning. Porkeris Bygdarsavn lýkur treytirnar í løgtingslóg nr.17 frá 9. mai 1972 við seinni broytingum um bygdasøvn við mentunarligum virksemi
|